Savnsmynd (Mynd: Torkil Djurhuus)

21 ára gamli Bjarni Kárason Petersen tekur sæti á tingi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

25.11.2015 - 11:03

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í sambandi við at Hanna Jensen skal til Finlands í arbeiðsørindum, hevur hon biðið um stutt farloyvi. Við hesum tekur næsta fólk á framsóknar listanum sæti á tingi.

Hanna skal á norðurlendskan arbeiðsfund í Helsinki í sambandi við NVL (Norðurlendsk samstarv um vaksnamannalæru).

Tað verður Bjarni Kárason Petersen sum tekur sæti á tingi fyri Honnu og hetta er fyrstu ferð at Bjarni verður tingmaður. Bjarni er 21 ára gamal og hevur verið næstformaður í Framsøkin Ung síðan februar í fjør og varð í august mánaða valdur til formann.

Hansara fyrsti tingfundur byrjar í dag kl. 11:00.