Bilur hjá Tórshavnar kommunu mátti koyra fleiri ferðir. Mynd Vagnur Michelsen

21. desember 1988: Ódnin sum øll minnast

Jógvan Hugo Gardar

21.12.2013 - 20:12

Tíðindi > Veðrið

VIÐMERKING: Í dag eru 25 ár síðani tiltikna Jólaódnin fór um Føroya land - 21. desember 1988.

Einki óvanligt var við veðrinum hendan desemberdagin, tí tað var ikki fyrrenn út á kvøldi at hann øtlaði og vant seg upp í kolandi ódn.

Sjálvur minnist eg hetta kvøldi sera gott. Var til arbeiðis á Oyggjatíðindi uppi á Lýðarsvegi í Havn. Vit arbeiddu hetta kvøldi sum vanligt nokso seint. Grannin kom inn á gólvi, tí hann hevði brúk fyri hjálp at bjarga skorsteininum sum var við at fara.

Inni á redaksjónini royndu vit at arbeiða sum vanligt. Vindur og ódnarveður var ikki nakað sum ávirkaði ein vanligan arbeiðsdag. Men nógv ólag var á streyminum, sum kom og fór. Nakað út á kvøldi fór streymurin heilt, og tað sá ikki út til at hann skuldi koma aftur. 

Hvussu álvarslig støðan var vistu vit báðir sum vóru á redaksjónini hetta kvøldi, Dan Klein og undirritaðu, ikki. Telesamskiftið var bara tann gamla telefonin, og útvarp hoyrdu vit onki. Tá streymurin tyktist at vera farin fyri kvøldi valdu vit at gevast, og eg fór í bilin og skuldi oman á Vættrarstíg har eg búði. Eg koyrdi yvir á Sundsvegin og oman móti býnum. Alt var myrkt. Á Hálsi sást blunkandi ljós frá arbeiðsbilum, annað var ikki at síggja. Ikki ein bilur nakrastaðni.

Eg valdi, í staðin fyri at fara beinleiðis til hús, at koyra ein túr oman gjøgnum býin. Tá eg kom framvið har Farstøðin stendur í dag sá eg nakað teimum kreftunum sum spældu við okkum hetta kvøldi. Har lógu bingjur slongdar sum legoklossar, og alt annað lættari sum ikki var bundið fast feyk aftur og fram.

Eg fór heim og legði meg uttan at vera greiður yvir hvussu grannalagið hjá mær sá út. Eg koyrdi í bølamyrkri niðaneftir Varðagøtu til Vættrarstíg. Tá eg morgunin eftir kom oman á Varðagøtu aftur sá eg at Viðarlundin sá út sum ein royttur havhestaungi. Tað vóru bara nøkur hissini trø at síggja. Tað mesta var skrikt upp við rót.

Og tað er heldur ikki fyrrenn út á morgunin at fólk flest gerast greið yvir hvussu ógvusligt hendan ódnin hevur verið. Bilar, bingjur og heil hús eru fokin við í hvirlunum. Og vit gerast greið yvir at hetta er tað ringasta ódnarveðrið man veit um í minniliga tíð.

Nógv er farið í ódnini, og hjá nógvum stendur illa til tí hús eru farin av grundini ella hava fingið stóran skaða.

Niðanfyri er leinkja til dokumentarin sum Kringvarpið sendi hósdagin. Vit hoyra fegin frá lesarum sum minnast aftur á hetta ódnarkvøld. Ger viðmerkingar niðanfyri - ella send okkum nøkur orð, gjarna eina mynd, til redaktion@knassar.fo.

KVF-dokumentarurin Jólaódnin

Myndin omanfyri er frá heimasíðuni hjá Neistanum, har Vagnur Michelsen var í myndasavninum í 2010 og fann fram nakrar myndir frá tá Neistafólk ruddaðu upp í Havnini aftaná Jólaódnina.  Jólaódnin í 1988 hevði rivið flagtakið við undirplasti av Hotel Føroyum, og takið var fokið oman í plantasjuna við Oyggjarvegin. Á myndini gera tey klárt at fáa hetta burturbeint. Her sæst øll greinin