(Mynd: Sverri Egholm)

21 fakfeløg fara at boða frá verkfalli á middegi

Ari av Rana

12.01.2018 - 11:19

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum øðrumegin hava enn ikki borið á mál. Partarnir skulu samráðast aftur í dag kl. 13.

Áðrenn partarnir setast at samráðast, fara 21 fakfeløg á middegi at handa lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum fráboðan um samhugaverkfall. Í gjár var boða frá, at talan varð um 18 feløg, men Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag sigur, at 3 feløg løgdust afturat í gjár aftaná fyribils freistina.

Nú partarnir skulu samráðast aftur kl. 13, spurdi Portalurin Herálv, um hann væntar, at samhugaverkfall verður.

- Vit vænta at verkfallið verður. Uttan so at tað óvæntaða hendir, at partarnir semjast, so verður verkfall, sigur Herálvur Jacobsen.

Herálvur vil ikki enn siga nær samhugaverkfallið verður sett í gildi.

Samhugaverkfallið verður lýst til at verða í 24 tímar. Men er tað gjørligt, at samhugaverkfallið fer at varða longri enn tað?

- Summi fakfeløg hava longu tosa um møguleikan at fara í nýtt og longri verkfall enn hetta, sum vit fara at boða frá í dag. Men tað er upp til einstøku feløgini, sigur Herálvur Jacobsen við Portalin.