21. umfar í Premier League skotið í gongd í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

30.12.2017 - 10:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag verður 21. Umfar í ensku Premier League skotið í gongd.

Liverpool møtir Leicester á heimavølli kl. 15.00. Leicester hevur spælt væl seinastu umførini, tó at man tapti ímóti Watford seinasta umfar. Liverpool vann seinast ein greiðan 5-0 sigur á Swansea, og spældu sera væl. Liverpool er tó sera svingandi millum dystirnar, so spennandi verður at síggja hvussu leikur fer fram í hesum dystinum.

Manchster United møtir Southamton á Old Trafford kl. 17.30 í dag. Manchester United hevur tvey tey seinastu umførini spælt 2-2 javnleikir, ímóti ávíkavist Leicester og Burnley. Southamton liggja niðarliga á stigatalvuni, eftir eina tunga gongd í Premier League í ár, men hava fleiri ferðir arga tey ovaru liðini í ár.

Dystirnir í dag eru hesir:

Bournemouth – Everyon

Chelsea – Stoke

Huddersfield – Burnley

Liverpool – Leicester

Newcastle – Brighton

Watford – Swansea

Manchester United – Southamton.