Víkingur hevur møguleikan at draga longri frá KÍ, og hinum liðunum ovarlaga á stigatalvuni. Víkingur tekur kl.15.00 ímóti 07 Vestur, ið stríðist fyri lívinum í deildini. (Mynd: Jens Kr. Vang)

21. umfar: Toppur ímóti botni

Agnar Frederiksen

10.09.2017 - 13:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað eru liðini í topp 5, sum eru á heimavølli ímóti liðunum í niðaru hálvu av stigatalvuni í dag. 21. umfar hevur fimm rímiliga greiðar favorittar á pappírinum.

Støðan:

Víkingur 42

KÍ 37

NSÍ 36

B36 35

HB 30

Suðringar 24

EB/Streymur 23

Skála 20

07 Vestur 16

ÍF 9


KÍ, NSÍ og B36 noyðast at vinna, so samband enn verður til Víking. HB er eisini trýst til at fáa trý stig í Gundadali , so tað ikki verður ov langt upp til fjórða plássið.

Í botnstríðnum er tað serliga 07 Vestur, sum hevur fyri neyðuni at fáa stig, og so er tað sjálvandi ÍF, sum vann seinast. Fuglfirðingar hava enn møguleikan at yvirliva, men tað skulu nógv stig til skjótt.

Tað er lagt upp til, at tað verður "status quo" í oddinum, men hinvegin er eisini møguleiki fyri einum ella fleiri yviraskilsum.

Kl.15.00
B36 - EB/Streymur(stroymdir)
NSÍ - Skála(stroymdir)
KÍ - ÍF
Víkingur - 07 Vestur


Kl17.45:

HB - Suðringar

Vit fylgja støðunum forsíðuni. Leinkja til stroyming verður eisini løgd út, og aftaná dystinar taka vit samanum.