(Mynd: EPA)

216.000 framvegis uttan streym í Írlandi

Sverri Egholm

17.10.2017 - 13:41

Tíðindi > Veðrið

Í Írlandi royna tey nú at koma fyri seg eftir herviligu ódnina Ophelia, sum rakti landið í gjár. Ódnin var tann ringasta í 50 ár.

Ophelia kravdi trý mannalív og í øllum trimum førum vóru tað trø, sum vóru orsøkin.

Meðan ódnin herjaði í gjár vóru eina løtu í gjár heili 330.000, sum høvdu mist streymin. Í dag er støðan eitt sindur frægari, og talið er nú komið niður á 216.000, sigur írska kringvarpið RTÉ.

Í býnum Cork er støðan ringast, har 90.000 fólk framvegis ongan streym hava. Kring landið eru 68.000 húsarhald, sum framvegis einki vatn hava. Men onnur 312.000 húsarhald eru í vanda fyri at missa vatnveitingina, um streymurin ikki kemur aftur skjótt.

Í løtuni vera tey sum einki vatn umframt streym hava, sett frammum hini, sigur írski streymveitarin ESB.

Flestu húsarhald hava streymin aftur innan tríggjar til fýra dagar, men umleið 5 prosent kunnu vænta at vera uttan streym í meira enn tíggju dagar, segði ESB við RTÉ í gjár.