(Mynd: Hagstova Føroya)

2,2 milliardir goldnar í løn í 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.04.2018 - 11:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Fyrsta ársfjórðing vóru 2,2 milliardir krónur goldnar í løn.

Verður hugt eftir trendinum, er vøksturin 32 milliónir krónur ella 1,4% fyrsta ársfjóring 2018 í mun til 4. ársfjóring 2017. Frá 1. ársfjóringi 2017 til 1. ársfjóring 2018 var vøksturin 106 milliónir ella 4,8%.

Á talvunum hjá Hagstovu Føroya sæst, at lønarútgjaldingarnar eru støðugt økt síðani 2009. Munurin á lønargjaldingunum millum kynini økist. Lønarútjaldingarnar til menn eru nú 500 milliónir krónur meiri enn til kvinnur.

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.

Hagtalsliga eindin er útgoldin upphædd í krónum og umfatar bara løn fyri útinnt arbeiði. Tað merkir, at aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir ikki eru roknaðar uppí.

Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka oman fyri nevndu krøv, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.