Anders Danielsen Lie hevur leiklutin sum Anders Behring Breivik í nýggjum filmi (Mynd: Tor Stenersen)

22.000 undirskriftir ímóti Utøya filmi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.11.2017 - 21:03

Mentan > List > Filmslist

Næstan 22.000 fólk hava skriva undir eina undirskriftsinnsavning fyri at steðga nýggjum Utøya filmi. Við undirskriftini mæla fólk til at mótmæla filmin og at boykotta Netflix, sum framleiðir filmin. Á Facebook er kampanjan deild yvir 54.000 ferðir, skrivar Aftenposten.

Við atliti til tey avvarandi og øðrum, sum eru ávirkaði at yvirgangsatsóknini á Utøya í 2011, vil Netflix ikki viðmerkja framleiðsluna av filminum ella mótmælini. Netflix siga seg hava verið í samband við Den Nasjonale Støttegruppen um framleiðsluna av filminum. Den nasjonale Støttegruppen ynskir heldur ikki at viðmerkja framleiðsluna.

Unni Espeland Marcussen, sum misti ein kæran í yvirgangsatsóknina, vil ikki stuðla mótmælisskrivinum. Hann skilir filmin soleiðis, at hann vísir hvussu demokratiið virkaði í hendingini og hvørjar avleiðingarnar av høgravíðgongd kann verða. Marcussen metir, at hetta kann gerast ein týdningarmikil filmur.