24 fólk deyð av sjálvmorðsbumbu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Erla Berghamar

13.08.2013 - 15:30

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Á eini kaffistovu norðan fyri Bagdad doyðu í minsta lagi 24 fólk í gjárkvøldið, tá ein maður sprongdi eina bumbu, hann hevði uppi á sær. 18 fólk vórðu særd, skrivar Ritzau.

Stutt eftir brustu tvær bumbur aftrat í sama øki: Á einum fótbóltsvølli doyðu fimm fólk, teirra millum trý børn, og 14 fingu skaða. Á einum marknaði doyðu fýra fólk, tá ein bumban brast, og 20 vórðu særd.

Seinasti mánaðurin hevur verið tann ófriðarligasti í Irak í meir enn fimm ár. Um vikuskiftið vóru fleiri álop, sum kravdu 74 mannalív og særdu meir enn 320 fólk. Al-Quada í Irak hevur tikið ábyrgdina av álopunum.

Sambært yvirgangsfólkunum vóru álopini orsakað av, at irakskar trygdardeildir skuldu hava handtikið óvápnaðar muslimar í hópatali.

Sambært ST doyðu 1057 fólk av yvirgangi i Irak í juli mánaði.


(Mynd: The Telegraph)