Mynd: Føroya Ríðingarfelag

24 ross renna kapp við Leynavatn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

14.06.2018 - 22:13

Mentan > Mentan > Frítíð

Leygardagin kl 15 verður, um veðrið verður gott, kappríðing við Leynavatn.

24 ross eru tilmeldaði í ár. Hetta er ein lítil afturgongd í mun til í fjør, tá 29 ross tóku lut í kappríðingini.

Men reiðfólk kunna tó fegnast um eitt. Tað sær út til, at miðvísa ungdómsarbeiði hjá Føroya Ríðingarfelag nú vísir seg aftur í luttakaratalinum hjá teimum ungu. Nú rossini skula dystast, vera 6 ung við í tvíspor, í mun til bara 2 í fjør.

Har sum minkingin er serliga sjónlig, er í skeiðkappingini, har er minkað úr 10 niður í 3.

Í Tvíspor vaksin er bert ein bólkur í ár, 6 ross luttaka, og har er møguleiki fyri nøkrum sera spennandi riðlum. Favoritleiklutin liggur helst á Svannu við Hans Paula Poulsen á baki, men bæði Freyr og Marengo, við ávíkavíst Bryndis Hjartardóttir og Regini Johannessen á baki, eiga at kunna geva Svonnu dyst til strikuna.

Paringin sæst her.