KÍ og HB bresta saman í Klaksvík í dag. Á Òlavsøku var HB omaná, iog HB hevur tørv á enn einum sigri í dag.
(Mynd: Jens Kr. Vang)

24. umfar: Avgerðin er nær

Agnar Frederiksen

24.09.2017 - 13:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

24. umfar er á skránni seinnapartin. Talan er um fjórðseinasta umfar, og úrslitini í dag kunnu geva eina greiðari ábending um, hvør vinnur FM, hvør skal spæla í Evropa komandi ár, hvør flytur niður og hvør verður verandi í deildini.

Støðan undan umfarinum:

Víkingur 49 (+28)

B36 44 (+25)

KÍ 44 (+20)

NSÍ 37 (+20)

HB 36 (+13)

Skála 26 ( -11)

EB/Streymur 26 (-14)

TB/FCS/Royn 25 (-11)

07 Vestur 19 (-28)

ÍF 9 (-42)

Klassikarin er á skránni seinnapartin, tá KÍ tekur ímóti HB. Fyri bæði liðini er setningurin greiður. KÍ skal vinna fyri at halda lív í vónini um FM. HB skal hava trý stig, um møguleikin fyri Evropa framhaldandi skal verða har. Talan er altíð um ein spenanndi dyst, tá hesi liðini hittast, og tað er nógv uppá spæl fyri arvafíggindarnar i dag.

Oddaliðið fær vitjan av TB/FCS/Royn. Víkingur er stórfavorittur, og kann við trimum stigum taka enn eitt fet ímóti næsta FM-heitinum á rað. Við javnleikinum ímóti KÍ mikukvøldið, hevur Víkingur eitt sera gott útgangsstøði til seinastu umførini. Suðroyingar koma helst ikki í trupuleikar viðvíkjandi niðurflyting, men teir hava framvegis ikki tryggja sær tilveruna í Effodeildini.

Í Sørvági hittast lið frá hvør sínum enda á stigatalvuni. B36 hevur tørv á einum sigri, um liðið skal halda samband við Víking. 07 Vestur hevur 6 stig upp til strikuna, so ein sigur er eitt krav. Hóast vágamenn taptu 6-stigs dystin við Margáir mikukvøldi, so gjørdist vónin um yvirliving eitt sindur betri í gjár, tá B68 misti stig í 1.deild. Nú trý umfør eru eftir har, er B68 uttanfyri topp-trý. Tað verður Sigtór Petersen, sum kemur at standa á odda fyri 07 Vestur í dag og restina av árinum, eftir at samstarvið millum felagið og Trygva Mortensen endaði hósdagin.

Bæði EB/Streymur og Skála fingu sera týðandi stig mikukvøldið. Hesi liðini hittast við Margáir í dag, og um ein vinnari verður funnin, so hevur tað liðið endaliga tryggjað sær pláss í Effodeildini aftur komandi ár. Tað er ilt at siga hvør er favorittur til dystin, tí tað er púra javnt ímillum liðini á stigtalvuni, og tað hevur eisini verið talan um sera javnar og spennandi innanhýsis dystir í ár.

Í Fuglafirði tekur ÍF ímóti NSÍ. Hesi liðini hava sum so einki annað at spæla fyri enn æruna. Men um ÍF tapir dystin, so er tað endaliga staðfest, at fulgfirðingar skulu spæla í 1.deild komandi ár. Uttan nakað stig í dag ber ikki til hjá ÍF at røkka 9.plássinum, sum kann verða nokk fyri at yvirliva. NSÍ hevur sera gott tak á ÍF, og hóast runavíkingar ikki eru í einum góðum stima, so kann væntast, at teir taka øll trý stigini ímóti botnliðnum.

Allir dystirnir í dag byrja kl.15.00:

KÍ-HB

Víkingur-TB/FCS/Royn (verður stroymdir - KVF)

07 Vestur-B36 (verður stroymdir - FSF livestream)

EB/Streymur-Skála

ÍF-NSÍ

Leinkju til stroyming verður lagd út á forsíðuna stutt áðrenn kl.15.00. Til ber eisini til at fylgja støðunum har, og vit fylgja upp uppá dystirnar aftaná.