Tim Berners-Lee, stovnarin av World Wide Web

25 ár síðani fyrsta heimasíðan kom út

Sverri Egholm

23.08.2016 - 15:58

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Vit brúka tað øll hvønn tað á ein ella annan hátt - Internetið. Tó er tað ikki ein serligur dagur fyri internetið, tí tað bleiv til longu 60'unum.

Men í dag eru tað 25 ár síðani, at fyrsta heimasíðan á internetinum nakrantíð kom út alment. Heimasíður, sum vit kenna tær eru á sokallaða "World Wide Web". Tað er eisini stytt WWW og er ein plattformur á internetinum. Tað var eingilsmaðurin Tim Berners-Lee, sum gjørdi fyrstu heimasíðuna, sum eingin hevði givið sær fær um í dag. Talan var um eina heimasíðu við einfaldum teksti og leinkjum. Sí mynd niðanfyri.


Soleiðis sá fyrsta heimasíðan nakrantíð út.


6. august 1991 er annars ein dagfesting sum gongur aftur í samband við World Wide Web. Og tað var eisini tá at heimasíðan á fyrsta sinni var løgd út, men ikki fyrr enn 23. august kom síðan út alment.

Fyrsti navnaambætarin í uttanfyri Evropa var í Amerika og kom nakrar mánaðar seinni - síðst í 1991 - á Standford Linear Accelerator Center í Kalifornia.

Í 1993 gjørdist World Wide Web veruliga alment og sostatt kundu gera sínar egnu heimasíður og hava servarar koyrandi. Internetið vaks í stórum stíli og við árslok í 1994 vóru 10.000 navnaambætarar settir upp við 10 milliónum brúkarum.

Í dag er internetið ovurstórt og tað ber ikki til at ímynda sær ein heim uttan. Alt frá at lesa tíðindi, lesa og síggja tað nýggjasta frá tínum vinfólki og vanligt samskifti hevur alt flutt seg yvir á netið.

Hvussu sær tað út um 25 ár?
25 ár kann virka lutfallsliga stutt, men alt gongur við rúkandi ferð á tí tøkniliga økinum, og fyri nógv er tað at kalla ógjørligt at fylgja við menningini. Hvussu tað verður tey næstu 25 árini, er sera ringt at meta um. Bara fyri stuttari tíð síðani var uppringt samband púra vanligt, men við tøknini í dag hava tey flestu atgongd til internetið 24 tímar um samdøgrið. Telefonin verður brúkt meira enn nakrantíð áður og hendan gongdin tykist ikki til at steðga. Heldur hinvegin, tí miðlar sum Instagram og Snapchat hava veruliga fingið fatur á teimum ungu, sum brúka í tímavís á hesum miðlum dagliga. Miðlar, sum í tí stóra heila bara virka á telefonini.

Tað er væl hugsandi at telefonir framvegis vera ein stórur partur av internetinum eins og tær eru blivnar í dag, men allarhelst er okkurt annað nýtt komið tá, sum er uppaftur smartari.