(savnsmynd)

25 fólk arbeiða aftur fisk í Vestmanna




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

19.06.2014 - 18:01

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Í einar tvær vikur hevur fiskaarbeiði verið aftur á flakavirkinum í Vestmanna.

Virkið hevur keypt nakað av toski frá frystitrolaranum, Sjagakletti, og sum allur verður skorin til flak.

-
Talan er um eina roynd. Tíðin fer at vísa, um virkið fer at keypa meira fisk til virkingar, sigur virkisleiðarin, Eyðun Olsen í samrøðu við Kringvarpið.Í Vestmanna er eitt lítið uppsjóvarvirki, og tað hoyrir saman við flakavirkinum.

Síðani virksemið byrjaði fyri trimum árum síðani, hevur tað virkið tikið ímóti bæði makreli og sild, og tað er eisini ætlanin at gera í ár.

Eitt felag keypti flakavirkið í Vestmanna frá Faroe Origin fyri trimum árum síðani, eftir at Faroe Origin yvirtøk ognirnar hjá Faroe Seafood. Ætlanin hevur alla tíðina verið at arbeiði aftur skuldi vera á virkinum í Vestmanna.

Sjagaklettur var á Flemish Cap í vetur. Nakað av fiskinum varð umskipaður í Ný Foundlandi og sendur til Føroya í bingjum, meðan skipið hevði frysta fiskin frá seinasta túrinum við til Føroya.

Arbeitt hevur verið í tvær vikur, og um 25 fólk eru til arbeiðis, skrivar Kringvarpið.