25 tíðindafólk úr Norðurírlandi er komin til Føroya

Marin Eidesgaard

04.09.2015 - 18:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stórur áhugi er fyri landsdystinum í millum Føroyar og Norðurírland í kvøld. Heili 25 tíðindafólk eru komin úr Norðurírlandi til Føroya fyri at fylgja dystinum.

Ein norðurírskur journalistur sigur við Kringvarp Føroya, at hetta er ein sera týdningarmikil dystur.

- Føroyar og Norðurírland hava spælt javnleik tvær ferðir, og Norðurírland er í løtuni á 2. plássi í bólki F aftanfyri Rumenia. Teir hava sostatt ein kjans at taka 1. plássið, og noyðast at vinna dystin í kvøld, sigur hann.