B68 og KÍ dystast um triðja plássið. Hóast KÍ hevur ein greiðan fyrimun undan umfarinum, so kann alt framvegis henda. (Mynd: Norðlýsið)

27. umfar: B68 skal av álvara fáa gongd í málskjótingina

Agnar Frederiksen

21.10.2017 - 07:17

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað kann gerast ein dramatiskur seinasti leikdagur í næstbestu deildini í dag. Um AB vinnur á KÍ í Klaksvík, so kemur tað allarhelst at snúgva seg um málúrtøku.


Støðan undan 27. og seinasta umfari:

AB 64
Víkingur 50
KÍ 46(+26)
B68 43(+12)
NSÍ 39(+8)
HB 36(+12)
Giza Hoyvík 35
TB/FCS/Royn 31
B36 27
ÍF 0


Tað er triðja plássið, ið er uppá spæl, og fyri B68 er tað ikki so áhugavert, tí tað gevur eitt bronsuheiðursmerki, men tí at tað kann geva B68 atgongd til Effodeildina komandi ár. ÍF vitjar á Svangaskarði, og B68 er risafavorittur ímóti botnliðnum, sum einki stig hevur. Fyri heimaliðið snýr tað seg at vinna so stórt sum gjørligt, tí KÍ er heili 14 mál betri í málúrtøku. KÍ tekur ímóti AB, ið langt síðani hevur vunnið deildina. B68 skal sostatt hava góða hjálp frá AB. Eftir eina sera góða fyrru hálvu, hevur gongdin hjá KÍ ikki verið so góð í seinnu hálvu, men KÍ kann tryggja sær bronsu í dag, og vann á AB í Klaksvík fyrr í ár. Tað kann tó gerast sera spenanndi, um B68 fær gongd í málskjótingina, men undan dagsins dystum sær tað út til, at bert eitt lið flytir upp úr 1.deild.

Í hinum báðum dystunum er so at siga einki uppá spæl. Víkingur kann krúna eitt sera gott kappingarár, tá Giza Hoyvík vitjar í Leirvík. Tað er serliga seinna hálva, sum hevur verið flott hjá Víkingi, har unga liðið bert hevur tapt á Argjum. Ungu víkingarnir fáa silvurheiðursmerki handaði í dag. Í Gundadali tekur HB ímóti TB/FCS/Royn. HB kann fáa 5.plássið við einum sigri.

Í gjárkvøldið leiktu B36 og NSÍ í Gundadali. B36 fer niður aftur í 2.deild, meðan NSÍ, ið hevði eina góða fyrru hálvu, kann framvegis enda í ovaru hálvu av stigatalvuni. NSÍ vann 4-2, eftir eina hálvleiksleiðslu uppá 2-0. Um HB ikki vinnur á TB/FCS/Royn í dag, so varðveitur NSÍ 5.plássið.



Hesir dystirnir eru á skránni í dag (Kelda: www.faroesoccer.com)


21-10-2017 kl. 12:30 HB II TB/FCS/Royn II

21-10-2017 kl. 12:30 B68 ÍF II

21-10-2017 kl. 12:30 Víkingur II Giza Hoyvík

21-10-2017 kl. 12:30 KÍ II AB