3 útlendingar mótmæltu grindadrápi á Karlamagnusarbreyt

Ingi Samuelsen

29.07.2014 - 19:59

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Tað vóru ikki nógv vitni til grindamótmælið, sum týskarin Jürgen Ortmüller og hansara umhvørvisfelagsskapur WDSF skipaði fyri í dag.

Vakthavandi á politistøðini upplýsir, at tríggir útlendsk mótmælisfólk og fimm fjølmiðlafólk – øll útlendsk – mótmæltu grindadráp á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Tiltakið fór fram fyrrapartin einaferð millum klokkan 10 og 12.

Líkindini vóru ikki serliga góð at mótmæla í morgun, og mótmælisfólkini høvdu nokk at gera við at halda í plakatunum, so tær ikki vórðu tiknar av vindinum, verður upplýst av politistøðini.

Løgreglan var til staðar undir tiltakinum. Eingi almenn umboð vóru at taka ímóti boðskapinum frá útlendsku umhvørvisstríðsfólkunum. Umframt tey fimm útlendsku fjølmiðlafólkini var bert onkur hendinga hoyvíkingur við hundi, sum tilvildarliga kom framvið, verður sagt av politistøðini.