Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

300 fólk mótmæla uppsøgnini av íslendska læknanum

Sverri Egholm

03.12.2017 - 19:15

Tíðindi >

Fleiri enn 300 fólk hava nú skrivað undir mótmælisskriv, at samstarvið millum íslendska læknan Kristján Skúli Ásgeirrson og Landssjúkrahúsið steðgar.

Krístján Skúli Ásgeirsson er bróstskurðlækni og hevur viðgjørt nógvar kvinnur í Føroyum fyri bróstkrabba.

Nakrar av viðmerkingunum ljóða soleiðis:

- Eg góðtaki ikki, at missa besta serfrøðingin á bróstkrabbameinsøkinum

- Mamma mín er operera av honum. Fantastiskur lækni, sum er gull verdur.

- Eg skrivi undir og mótmæli harðligi uppsøgnini av Kristjan Skúla Ásgeirsini. Eg havi havt bróstkrabba í 2011 Kristian hevur opererað meg, hann er ein stak dugnaligur og umsorganarfullur skurðlækni

Orsøkin til at Landssjúkrahúsið steðgar samstarvinum eftir átta ár er, at alsamt meira samstarv er við stór universitetssjúkrahús uttanlands, fyrst og fremst í Danmark.

Fylg við her