300.000 kr. afturat til sáttmálasamráðingar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.06.2018 - 10:33

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fíggjarpolitikkur

Fíggjarnevndin í løgtinginum hevur avgjørt at landsstýrið fær 300.000 krónur afturat til sáttmálaviðurskifti. Við hesum hevur Fíggjarmálaráðið 700.000 krónur tilsamans á játtanini í ár.

Fíggjarmálaráðið mælir til at tær 300.000 krónurnar verða tiknar frá Gjaldstovuni, tí at tað dregur út at seta samskipara til Keypsportalin. Tí tolir Gjaldstovan at missa hesar pengarnar, skrivar Kringvarpið.