31. flaggdagsrenningin verður týsdagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

21.04.2017 - 14:13

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Elsta rennikappingin í Føroyum, og helst eisini tann fyrsta, er Flaggdagsrenningin. Týsdagin er Flaggdagur, og tá verður tann 31. í røðini av flaggdagsrenningunum runnin.

Tað er sum vanligt felagið Bragdið, sum skipar fyri. Renningin byrjar og endar á Kongabrúnni.

Renningin byrjar beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast. Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har byrjað verður á Kongabrúnni og runnið verður fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferðerðir. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 kilometrar.

Yngstu børnini renna fyrst, og meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum.

Minstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, umleið 500 metrar. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella umleið 1000 metrar.

Stuttleikarenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og tey velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 kilometrar. Stuttleikarennarar eru ikki við í liðkappingini og fáa ikki skrásetta tíð.

Bólkarnir verða hesir: Gentur og dreingir fødd (2007 og seinni), gentur og dreingir fødd (2005-2006), gentur og dreingir fødd (2003-2004), kvinnur og menn opin bólkur fødd (-2002), kvinnur og menn veteranar (1961-1970), kvinnur og menn superveteranar (-1960), stuttleikarenning - vaksin, fødd (-2002).

Luttakaragjald verður kravt, tó ikki til stuttleikarenningina.

(rættað kl. 14.22)