33 umsóknir um stuðul til gransking í 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

27.02.2018 - 15:55

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

33 umsóknir komu inn um stuðul til gransking í 2018. Tað er granskingargrunnurin, sum letur stuðul. Tá umsóknarfreistin var úti 15. februar, vóru 33 umsóknir komnar inn, sum bóðu um stuðul á tilsamans 24 mill. krónur.Tað eru upp til 7,5 mió. kr. tøkar til stuðul í 2018.

Talið á umsóknum hevur seinnu árini ligið frá knapt 30 og til næstan 50. Vanligt er at játta stuðul til uml. 10 umsóknir. Tað eru á hvørjum ári fleiri sera væl skikkaðar umsóknir, sum ikki fáa stuðul orsakað av avmarkaðu fíggjarorkuni.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, umtær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at metaum vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknum er vanliga í mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni, skrivar Granskingarráðið.