Mynd: Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar

350 sjúkrarøktarfrøðingar koma við yvirlýsing


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

20.03.2017 - 13:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

- Tíðin er komin, til at politiska skipanin tekur okkara krav um hægri løn í álvara. Ikki kann góðtakast longur, at sami lønarkarmur er galdandi fyri øll feløgini, tá samráðst verður.

Hetta slær Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum leygardagin hevði aðalfund, fast, sambært heimasíðu felagsins.

Metstór luttøka var til hendan aðalfundin, har ið 30 sjúkrarøktingrfrøðingar úr øllum landinum møttu.

Harundir kom aðalfundurin við soljóðandi yvirlýsing:

"Tíðin er komin, til at politiska skipanin tekur okkara krav um hægri løn í álvara. Ikki kann góðtakast longur, at sami lønarkarmur er galdandi fyri øll feløgini, tá samráðst verður. Kravið um at ein lønarkarmur skal vera galdandi fyri allan almenna geiran hevur við sær, at gjógvin verður størri og størri ímillum ymisku fakbólkarnar. Tíðin er komin til, at lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum stendur mát við aðrar fakbólkar á sama útbúgvingarstøðið sum vit. Hesin spurningurin verður sjálvsagt tikin upp til samráðingarnar, sum verða í heyst.

Vit eru sinnaði at vera ein virkin viðspælari í strembanini eftir at fáa eitt vælvirkandi heilsuverk. Neyðugt er tó at tilskriva okkum tað arbeiði sum vit gera. Eisini eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at við øktari ábyrgd og fleiri arbeiðsuppgávum, skal lønin fylgja við. Staðfestast kann tó, at um vit skulu uppbyggja heilsuverkið eftir tí leisti, sum verður lýstur í ”Framtíðar heilsuverk”, er neyðugt við politiskum vilja til at fíggja tað."