36 deyð í ógvusligari bussvanlukku í Kina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 09:27

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Minst 36 fólk lótu lív og 13 fingu skaða í eini ógvusligari ferðsluvanlukku á einum motorvegi í útnyðringspartinum av Kina.

Vanlukkan hendi, tá ein bussur seint hóskvøldið rendi inn í veggin í einum tunnli í Qinling-fjøllunum í Shaanxi landslutinum. Bussurin var á veg úr býnum Lyoyang til Chengdu, sum er høvuðsstaður í Sichuan landslutinum.

Sambært Sina-tíðindastovuni vóru 49 fólk í bussinum, tá vanlukkan hendi, teirramillum vóru tvey børn.

Vanlukkur á motorvegum eru vanligar í Kina, orsaka av høgari ferð, ágangandi koyring og tættari ferðslu. Í farna mánaði doyðu 11 fólk og níggju vórðu særd, tá ein bussur við 19 ferðafólkum rendi á ein lastbil í Hebei landslutinum har norðuri í landinum.

Í mars doyðu 10 fólk og 38 fingu skaða, tá ein bussur koyrdi inn í ein betongbil í Yunnan landslutinum.

Heimsheilsustovnurin WHO metir, at ferðsluvanlukkur drepa 260.000 fólk í Kina á hvørjum ári. Kinesiskir myndugleikar upplýsa, at tað í 2015 hendu 180.000 ferðsluvanlukkur, sum kostaðu 58.000 fólkum lívið, tv2.dk.