Mynd: Jens Kr. Vang

37 ára gamli Coloplast ránsmaðurin dømdur til at sita 40 dagar aftrat

Jens Hákun Leo

20.04.2017 - 15:25

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

37 ára gamli maðurin, sum í gjár flýggjaði úr arrestini í Mjørkadali, og sum varð funnin aftur í einum fjósi í Kalbak í morgun, er í Føroya Rætti í dag dømdur 40 dagar í fongsul fyri at flýggja.

Hetta veit Kringvarpið at siga í dag, vísandi á, at maðurin játtaði seg sekan í rættinum.

Sambært manninum sjálvum vóru tvær orsøkir til, at hann flýddi.

Tann fyrra var, at hann er ovurviðkvæmur fyri sigarettroyki, og at í arrestini var nógvur roykur, sum hann fór at bløða nasablóð av, meðan tann seinra var, at hann, sambært sær sjálvum, er ósekur og ikki framdi heimaránið, sum hann er dømdur í fongsul í hálvtsætta ár fyri.

Les eisini: Stjóri fyri arrestina: - Trygdin í arrestini er ikki vánalig