Mynd: EPA

39 ára gamli usbekin eftirlýstur í longri tíð

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

09.04.2017 - 12:00

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

39 ára gamli maðurin frá Usbekistan, sum er undir illgruna fyri at standa aftan fyri hendingina í Stockholmi fríggjadagin varð burturvístur úr Svøríki í 2014. Hetta sigur svenska løgreglan sambært DR á tíðindafundi.

í 2014 fekk maðurin noktað uppihaldsloyvi í Svøríki. Tá varð hann burturvístur úr landinum.
Maðurin var í 2016 eftirlýstur av løgregluni, tí hann framvegis ikki var farin av landinum.
Løgreglan segði eisini á tíðindafundinum, at prógvini ímóti manninum verða betri og betri.
Fleiri avhoyringar hava verið, og kanningararbeiðið gongur væl, sigur svenska løgreglan.
Einir fimm aðrir persónar eru afturhildnir av løgregluni, og leitað verður framvegis eftir øðrum brotsmonnum.
Løgreglan hevur váttað, at maðurin, sum er undir illgruna hevur stuðlað isamistiskum bólkum á alnótini.
Fýra fólk doyðu av álopinum, og fýra fólk hava fingið álvarsaman skaða.