Margit Fríðmundsdóttir setti met í 200 metra renning í dag

4. dagur á Gotlandi – eyguni venda sær móti fimleikinum og súkkling

Ingi Samuelsen

28.06.2017 - 11:00

Ítróttur >

Í dag verður aftur kappast í fimleiki á oyggjaleikunum í Gotlandi. Hesaferð verður kappast frítt í teim ymsu amboðunum, og roknað verður við góðum føroyskum úrslitum, serliga hjá monnunum. Tað tey kappast um í dag er all-round heiðursmerkið, altso tann fimleikarin, ið samlað er bestur. Og her er tað bert Aron Jacobsen, sum kappast í øllum amboðunum. Annars snýr tað seg um at sleppa at umboða Føroyar í finalunum fríggjadagin, og her er tað bert tveir, sum koma við.

Sama er galdandi hjá gentunum, sum hava heldur harðari kappingar enn dreingirnir hava, og tí skulu kanska ikki roknast við líka nógvum heiðursmerkjum frá teimum, hóast tær í støði kanska liggja líka so høgt sum dreingirnir, verður sagt av balkongini í fimleikahøllini í Visby.

Í dag er eisini dagurin, tá súkklingin á landavegi verður. Og enn einaferð er tað Torkil Veyhe, sum væntanirnar eru til. Torkil er stjørnan á føroyska liðnum, og kanska eisini á oyggjaleikunum yvirhøvur.

Spennandi verður at síggja í dag, hvussu væl føroyska liðið er fyri at hjálpa Torkili til at vera á røttum stað, tá avgerðin fellur seinnapartin í dag.

Á rennibreytini hava teir fyrstu føroyingarnir longu verið í kapping. Margit W. Fríðmundsdóttir var við í 200 metra innleiðandi, og hon gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met í tíðini 26,82, og rann seg víðari til semifinalurnar í morgin.

Nú um middagsleitið skulu Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen renna innleiðandi á 800 metrum, og í kvøld verða Føroyar við í 4x400 metra stafettini. Enn er óvist um Marna Egholm fer at renna í 5.000 metra renningini.

Í svimjing er full skrá aftur í kvøld og hópin av heiðursmerkjum í væntu.