4. desember: Kaktus vil sleppa út

Sverri Egholm

04.12.2017 - 06:30

Mentan >

Kettan hjá Juliusi, sum eitur Kaktus, er ikki sloppin út í desember mánaði. Julius skjýtur upp at hann skal fara at ganga túr við henni, men tað heldur Rógvi ikki vera eitt gott hugskot.

Hann sleppur henni út, og greiðir frá, at hon kemur aftur tá man rópar eftir henni.

Hvønn dag til jólaaftan verður ein jólapartur um Julius og Rógva tøkur. Hvør partur er umleið 15 minuttir til longdar og er gjørdur til alla familjuna at hyggja at.

Vitja kalendaran her