Harry Kane er ivasamur til dystin í kvøld (Mynd: EPA)

Fýra dystir í Premier League í kvøld

Ari av Rana

02.01.2018 - 16:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

5 dystir vórðu spældir í Premier League í gjár, og í kvøld verða 4 afturat spældir.

Stórfavorittarnir at vinna Premier League í ár, Manchester City, spæla á heimavølli móti Watford. Meðan Manchester City er á fremsta plássi, heili 12 stig frammanfyri nummar 2, liggja Watford á 10. plássi. Watford hava fingið nøkur góð úrslit í hesum kappingarárinum, men metast má, at Manchester City verður ein ov stórur biti at gloypa.

Tottenham Hotspur fer á vitjan í Wales, har Swansea tekur ímóti. Swansea hevur hvat eitt keðiligt kappingarár, og liggja á niðasta plássi. Tó eru glottar at hóma eftir at teir koyrdu Paul Clement, og settu Carvalhal sum venjara. Seinast vendi Swansea einum hóttandi tapi til 2-1 sigur í seinastu minuttunum. Tottenham hevur fingið góð úrslit seinastu dystirnar, takka verið einum stórspælandi Harry Kane. Kane er tó ivasamur til dystin í kvøld vegna sjúku.

Southampton fær vitjan av Crystal Palace, sum veruliga hevur vent gongdini. Leingi lá Crystal Palace á aftasta plássi, men síðani teir settu Roy Hodgson sum venjara, hevur bara gingið uppeftir. Crystal Palace hevur lyft seg upp um niðurflytingarstirkuna. Southampton hevur ikki klára seg væl, hóast ein frálíkan málleysan javnleik móti Manchester United í seinasta dysti. Felagið, sum plagar at liggja nokkso ovarlaga í deildini, liggur á 15. plássi.

West Ham United er eitt annað felag, sum hevur vent gongdini eftir at hava sett nýggjan venjara. Úrslitini hava verið nógv betri, eftir at David Moyes varð settur sum venjari, og í kvøld skal West Ham royna at knúgva West Bromwich Albion á heimavølli. Tað hevur gingið eftir skriðuni hjá West Brom seinastu dysitrnar, og er felagið dottið niður á 19. pláss.

Dystirnir í kvøld:

Southampton – Crystal Palace (kl. 19:45)

Swansea – Tottenham (kl. 19:45)

West Ham – West Brom (Kl. 19:45)

Manchester City – Watford (kl. 20:00)