40 daga fongsul fyri at spræna vatn á Thorning-Schmidt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Erla Berghamar

12.08.2013 - 23:01

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Ein 23 ára gamal maður er dømdur 40 daga fongsulsrevsing, tí hann sprændi úr vatnpistóli á danska forsætisráðharran. Maðurin varð í dag dømdur fyri harðskap í Rættinum í Aarhus, skrivar Ritzau.

Tann 23 ára gamli sprændi vatnið eftir Helle Thorning-Schmidt, tá hon helt talu í Aarhus 1. mai í ár. Sjálvur sigur hann, at tað var bara skemt.

Tann ákærdi var ikki samdur politiskt við forsætisráðharran og vildi tí senda henni eina heilsan, sum hann kallaði tað í rættinum.

Helle Thorning-Schmidt gjørdist kløkk av hendingini. Sambært einum av lívverjunum, sum vitnaði í rættinum, bóru tey ótta fyri, at tað var okkurt hættisligari enn bara vatn.

Ikki er avgjørt enn, um maðurin kærir dómin til landsrættin.


Mynd: Bo Amstrup