Mynd: Torshavn.fo

400.000 krónur játtaðar til eitt nýtt sjósavn á Argjum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

20.04.2017 - 16:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Meirilutin í fíggjarnevndini í Tórshavnar kommunu hevur nú játtað at lata 400.000 krónur eyka til verkætlanina at menna eitt nýtt sjósavn á Argjum.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu í dag, har ið tað í aðrar mátar kemur fram, at Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er væl nøgd við, at kommunan nú hevur latið hesa eykajáttan, sum Føroya Sjósavn hevur søkt um í sambandi við, at ætlanin er at byggja eitt nýtt sjósavn á Argjum ístaðin fyri tað verandi í gamla íshúsinum.

- Ein grunnur eigur Føroya Sjósavn, men Tórshavnar kommuna letur stuðul uppá 600.000 kr árliga til rakstur. Vit ynskja nú at fara eitt stig víðari við at menna Sjósavnið, og tí avgjørdi meirilutin í fíggjarnevndini at játta 400.000 kr eyka til verkætlanina, sigur Annika Olsen, sum víðari vísir á, at...

- Tað fyriliggja nú greiðar og spennandi útbyggingarætlanir, sum vit sjálvandi fara at stuðla. Vit eiga ikki at gloyma, at mesta av tí serfrøði, vit eiga á hesum økinum, er savnað um Sjósavnið á Argjum. Hartil er Sjósavnið dagliga við til at ríka okkara ungdóm við kunnleika um okkara umhvørvi og okkara fiskivinnu.

- Føroya Sjósavn hevur kunnað kommununa um framtíðarætlaninar hjá savninum. Savnið hevur verið slóðbrótandi, eisini í heimshøpi, men tørvur er á meiri plássi til størri fisk og súgdjór. Eg havi áður sagt, at vit fara at viðgera hetta mál við størstu vælvild, so vit røkka málinum um eitt veruligt landssjósavn, sigur Annika Olsen at enda, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu