Mynd: Granskingarráðið

42 umsóknir komu inn um granskingarstuðul


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

17.02.2017 - 16:10

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi mikudagin, vóru 42 umsóknir komnar inn.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, sum herundir vísir á, at 24 kvinnur og 18 menn standa sum verkætlanarleiðarar í teim innkomnu umsóknunum. Hetta er á leið sama býti sum undanfarin ár.

Í fjør komu einans 26 umsóknir inn um stuðul úr Granskingarráðnum, sum er tað lægsta í nógv ár, meðan tað í 2014, t.e. fyri trimum árum síðan, harafturímóti komu inn 48 umsóknir um granskingarstuðul, sum er tað mesta nakrantíð.

Helmingurin av umsóknunum, sum komu inn hesaferð, er til ph.d. verkætlanir, meðan hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Umsóknirnar eru, sambært Granskingarráðnum, bæði frá føroyskum og útlendskum granskarum. Flestu umsóknirnar eru frá føroyingum, ið búgva í Føroyum ella uttanlands, men eisini eru umsóknir frá útlendingum, ið búgva í Føroyum, og frá útlendingum, ið ikki búgva í Føroyum.

Treytin fyri at fáa stuðul úr Granskingargrunninum er, at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin skal hava tilknýti til føroyskar granskingarstovnar ella á annan hátt hava týdning í føroyskum høpi.

Umsóknirnar eru spjaddar á øll seks økini, sum til ber at søkja á: Heilsa, Náttúra og náttúrutilfeingi, Mat, Mentan, Samfelag og Tøkni.

Søkt verður um góðar 37 milliónir kr í stuðli. Granskingargrunnurin hevur umleið 7,3 milliónir kr. tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum.

Heimasíðan hjá Granskingarráðnum sigur, at nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknunum verður í mai.

Tilsamans eru næstan 200 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. 14 granskingarverkætlanir eru stuðlaðar úr Sjúkrakassagrunnunm síðani 2014.