Mynd: EPA

49 deyð í tokvanlukku í Egyptalandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

12.08.2017 - 10:15

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

49 fólk eru deyð og 123 eru løstað eftir eina ógvusliga tokvanlukku í Egyptalandi. Hetta sigst vera tann ógvusligasta tokvanlukkan í Egyptalandi síðani 2012, skrivar DR.

Tokvanlukkan hendi í gjár, tá tvey tok rendu frontalt saman. Annað tokið kom úr Kairo, og hitt var á veg úr Port Said.

Sambært einum talsmanni í Egyptalandi, sær tað út til, at orsøkin til óhappið er ein feilur í øðrum tokinum. Nú verður kannað, hvør hevur ábyrgdina av óhappinum.

75 sjúkrabilar komu á staðið, og tey løstaðu vórðu koyrd á ymisk sjúkrahús í Alexandria.

Egyptiska stjórnin hevur lovað, at familjurnar hjá teimum deyðu fáa knappar 180.000 krónur í endurgjaldi.

Seinast ein so ógvuslig tokvanlukka hendi í Egyptalandi var í 2012. Tá rendi eitt tok á ein buss við skúlabørnum, og 47 fólk doyðu.