5 mannafør dreingir: Enn einaferð Drekin

Sverri Egholm

09.06.2018 - 15:35

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Somu bátar sum á Norðoyastevnu gjørdu seg galdandi, og aftur hesaferð var tað Drekin, sum vann.

Tað var um miðjan róður kom drekastevnið undan, og tók seg longur og longur fram. Drekin kom á mál við tíðini 5.24.45 og var eina knappa bátslongd frammanfyri Jallin úr Knørrafelagnum.

Úrslit 5 mannafør dreingir
1. Drekin (5.24.45)
2. Jallurin (5.26.39)
3. Royndin Fríða (5.29.12)
4. Sílið
5. Ingibjørg
6. Tjaldrið
7. Silja
8. Heykur
9. Ørnin