5 mannafør gentur: Firvaldur vann aftur hesaferð

Sverri Egholm

11.06.2016 - 17:03

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Í fyrsta róðrinum á Sundalagsstevnu í dag var hørð kapping millum Firvald og Havfrúnna. Firvaldur sum vann tryggan róður á Norðoyastevnu farna vikuskiftið endaði tó við at vinna. Næstur Firvaldi var Falkur meðan Hulda gjørdist nummar trý.

Úrslit og tíðir
1. Firvaldur 05.20.13
2. Falkur 05.21.08
3. Hulda 05.23.03
4. Havfrúgvin
5. Drekin
6. Báran
7. Svalan
8. Sílið
9. Kollur
10. Beinta