5 mannafør kvinnur: Eingin megnar Erlu Kongsdóttir at fylgja

Sverri Egholm

11.07.2015 - 15:11

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Erla Kongsdóttir vann enn ein tryggan róður á Vestanstevnu í dag og tryggjaði sær meistaraheitið.

Fuglfarðadamurnar hava verið surverenar í alt ár og í dag var einki undantak. Eina løtu tóktist tað sum at Ritan vann, men tá avtornaði gjørdist talan um ein sera tryggan sigur til Erlu Kongsdóttir.

Tíðirnar hjá 5 mannaførum kvinnum
1. Erla Kongsdóttir 05.22.06
2. Ritan 05.27.15
3. Teistin 05.32.01
4. Ørnin
5. Drekin