5 mannafør kvinnur: Sílið smurdi meistararnar av

Sverri Egholm

28.07.2017 - 16:30

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Sílið legði seg á odda beinanvegin og helt fast. So fast, at tær vunnu suverent við tveimum bátslongdum.

Sílið úr Havnar Róðrarfelag hevur annars ikki verið væl við. Undan róðrinum lógu tær á fimta plássi við sjeytan stigum.

Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði gjørdist nummar tvey og Jallurin úr Knørrafelagnum nummar 2.

Tað broytir einki uppá hvør FM-vinnarin er. Tað er Jallurin úr Knørrafelagnum.