Mynd: TV2

50 ár síðani fyrsta Olsen Banden filmin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

06.01.2018 - 18:27

Mentan >

Í ár eru tað 50 ár síðani fyrsti filmurin um Egon, Benny og Keld varð sýndur.

Tilsamans 14 filmar vóru framleiddir um væl umtókta Olsen bandan, og teir vóru millum mest sæddu filmarnar í donsku biografunum.

Teir 14 filmarnir vórðu framleiddir frá 1968 til 1998. Poul Bundgaard, sum spælir Keld, doyði undir upptøkunum til seinasta filmin Olsen Banden filmin, “Olsen Bandens sidste stik“. Ove Sprogøe, sum spælir oddamaðurin í ránsmannabólkinum, doyði í 2004, og Morten Grunwald, sum hevði leiklutin sum Benny, er framvergis á lívi.

Síðani síðsta filmin eru millum annað teknifilmar gjørdir um Olsen Bandan.