Mynd: Tórður Mikkelsen

50 ára minningarhald: Øll bygdin græt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

01.09.2014 - 17:56

Tíðindi > Mentan > Bygdamentan

Fyri fimmti árum síðani hendi tað ringasta, sum hugsast kann hjá foreldrum og eini bygd: Tríggir smádreingir druknaðu á Toftavatni.

Lítið hevur verið tosað um hetta málið, men seinnapartin í gjár varð ein minnispláta reist við Toftavatn, tætt við har teir tríggir druknaðu.

Tað var pápi tann eina drongin – Jákup Mikal Mikkelsen – sum avdúkaði plátuna.

Teir tríggir dreingirnir vóru: John Mikkelsen, Jákup Mikkelsen og Odmar Andreasen.

Druknivanlukkan hendi í sambandi við, at fýra javnaldrar vóru farnir at rógva á Toftavatni við einum lítlum báti.

Báturin, sum var sera rankur, koppaði. Allir dreingirnir komu uppá kjøl, men enn einaferð fór báturin runt.

Bert ein av dreingjunum dugdi so frætt at halda sær uppi, at hann kláraði at koma sær á land og siga frá um vanlukkuna.

Nógv fólk kom á vanlukkustaðið, men hóast lívbargingarroyndir blivu gjørdar í fleiri tímar, eydnaðist tað ikki at fáa lív í aftur dreingirnar.

Við hátíðarhaldið vóru fleiri røður hildnar. Aftaná var samkoma í Tofta skúla.


Toftamaðurin, Tórður Mikkelsen var við tiltakið, og hevur hann sent okkum hesar myndirnar.