(Mynd: Suðurrás)

50 hval verða býttir í heimapartar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.08.2017 - 06:10

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Grindin, sum legði beinini í Fámjin í gjárkvøldið verður býtt í heimapartar. Talan er um 50 hval, tilsamans 583 skinn, sum verða býtt til borgararnar í Fámjins, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum, umleið 0,2 skinn í part.

Seðlarnir koma út í Vesturhøll í Famjin klokkan 8 í morgun, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.

Grindin varð funnin av landi beint uttan fyri Vágseiði um 18-tíðina í gjárkvøldið.