Mynd: Anja Jacobsen

500 fólk tóku ímóti Jógvani í Mentanarhúsinum

Sverri Egholm

07.04.2015 - 09:40

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Stór móttøka var fyri Jógvani Joensen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin, tá X Factor luttakarin kom aftur til Føroya. Portalurin var til staðar og vit fingu orðið á Eyðun á Lakjuni, formanni í mentanarnevndini í Fuglafjarðar kommunu.

Hann sigur at tað lá í luftini at hava eina móttøku fyri Jógvani, tá hann kom heim.

- Nú vistu vit jú ikki hvussu tað fór at ganga, men sum tíðin gekk sóu vit at tað gekk væl og sjálvandi hevur tað ligið í kortunum, at vit skuldu taka væl ímóti honum, tá hann kom heimaftur, sigur Eyðun á Lakjuni.

Formaðurin í mentanarnevndini í Fuglafjarðar kommunu er eisini tónleikari og hann heldur at Jógvan er ein góður sangskrivari umframt góður sangari.

Jógvan er ein góður sangskrivari, tað haldi eg at hann hevur prógvað - serliga við hasum nýggja lagnum hjá honum.

- Man kann ongantíð spáa um hvussu tað fer at ganga, tí hyggur man eftir X Factor luttakarunum, so eru tey ikki komin serliga langt, sigur Eyðun á Lakjuni at enda og ynskir Jógvani og familjuni tillukku.

Les eisini: Yvirlit: So greitt vann Emilie á Jógvani í X Factor