Philippe Coutinho kom inn til seinasta korterið. Hann megnaði ikki at verða við til at tryggja Liverpool trý stig.
(Mynd: EPA)

54 mál í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum

Agnar Frederiksen

13.09.2017 - 20:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Enn einaferð var talan um eitt málríkt kvøld í Champions League. Í gjár komu 28 mál í teimum átta dystunum, og í kvøld komu 26 mál. Harvið eru næstan 3,4 mál skoraði í miðal í fyrsta umfarinum.

Á Anfield var Liverpool betra liðið, men Sevilla megnaði at fáa eitt stig við heim. Í Hollandi vann Manchester City greitt á Feyernord. Á Wembley vann Tottenham ein góðan og umráðandi 3-1 á Dortmund, og á Santiago Bernabeu gekk Cristiano Ronaldo á odda í 3-0 sigrinum á APOEL.  

Her eru úrslitini frá dystunum í kvøld.

Bólkur E:

Liverpool - Sevilla 2-2
Maribor - Spartak Moskva 1-1

Bólkur F:
Feyernord - Manchester City 0-4
Shakhtar Donetsk - Napoli 2-1

Bólkur G:
FC Porto - Besiktas 1-3
RB Leipzig - Monaco 1-1

Bólkur H:
Real Madrid - Apoel Nicosia 3-0
Tottenham Hotspur - Borussia Dortmund 3-1