(Savnsmynd)

54 vísindaligir fyrilestrar kring landið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.09.2017 - 07:12

Mentan > Vinna & Tøkni > Gransking

Árliga Vísindavøkan, sum Granskingarráðið skipar fyri, er nú farin á ferð. Ikki færri enn 54 fyrilestrar verða hildnir í tíðarskeiðinum 13. til 28. september. Fyrsti fyrilesturin var um kannabis sum heilivágur, og hann var hildin í Sørvági í gjárkvøldi

Tilsamans verða fýra fyrilestrar í Vágum, fimm í Norðoyggjum, 14 i Eysturoy, níggju í Norðurstreymoy, tríggir í Suðuroy og 19 í Tórshavn.

Flestu av fyrilestrunum eru almennir, men summir eru skipaðir á arbeiðsplássum ella skúlum fyri fólkunum har.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst her

Sjálv Vísindavøkan verður í Tórshavn fríggjadagin 29. september.