5-mannafør gentur: Silja vann í dag

Jógvan Hugo Gardar

12.07.2014 - 21:50

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Kappingin millum fimmannaførini við gentum gjørdist spennandi á Miðvági í dag. tað vóru skiftandi bátar sum lógu fremst. Silja, ið ikki var millum teir frestu í byrjanini av róðrinum tryggjaði sær sigurin og vóru næstan eina bátslongd frammanfyri nummar tvey, ið gjørdist Drekin. Nummar trý gjørdist Blikur.

Í FM-kappingini er nú javnt millum Silju og Drekan, og tann sum gerst fremst av hesum báðum á Ólavsøku verður eisini FM-vinnari.