Erla Kongsdóttir vann enn ein róður

5-mannafør Kvinnur: Erla Kongsdóttir vann sannførandi

Niels Petersen

16.07.2016 - 18:01

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Tað bleiv ongantíð spenningur um, hvør bátur fór at vinna hjá 5 mannaførum við kvinnum á Fjarðastevnu í dag. Erla Kongsdóttur vann trygt og kom fyrst á mál og var góðar tvær bátslongdir frammanfyri Teistan.

Um spenningur ikki var í róðrinum í dag, so er í øllum førum stórur spenningur um FM-heitið, tí tað er sera tætt millum Erlu og Teistan. 

Úrslit og tíðir
1. Erla Kongsdóttir 05:34.13
2. Teistin                05:40:16
3. Tekla                  05:41:15 
4. Fípan Fagra
5. Drekin