5-mannafør kvinnur: Jallurin vann í stórum stíli

Sverri Egholm

27.05.2017 - 15:13

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Jallurin vann fyrsta róðurin hjá 5-mannaførum kvinnum í ár, og tað gjørdu tær rættiliga trygt. Eina stóra bátslongd frammanfyri nummar tvey.

Í endaspurtinum var serliga spenningur um annað plássi millum Drekan og Erlu Kongsdóttir, men á málinum skeyt dómarin fyrst fyri Drekanum og síðani fyri Erlu Kongsdóttir.

Sí tíðirnar her