6 mannafør kvinnur: Rádni úr Fuglafirði vann við heilari bátslongd

Sverri Egholm

11.06.2016 - 17:27

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Rádni legði seg á odda beinanvegin og økti sum róðurin leið. At enda var hálv onnur bátslongd á muni millum nummar eitt og tvey. Stór kapping um annað plássi var eina løtu millum Fortunu og Sølmund, men so dragnaði Fortuna og Sølmundur róð seg trygt inn á eitt annað pláss.

Manningin umborð á Rádna tykist at vera ógvuliga væl fyri aftur í ár. Hetta er sama manning sum í fjør vann suverent við Erlu Kongsdóttir.

Úrslit og tíðir
1. Rádni 04:56:01
2. Sølmundur 04:59:07
3. Fortuna 05:06:10
4. Páll Fangi
5. Skúgvur