Kvinnurnar umborð á Rádna kundu aftur frøast í dag. Tær hava verið suverenar í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

6 mannafør kvinnur: Rádni vann sannførandi

Sverri Egholm

09.07.2016 - 15:05

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Hjá 6 mannaførum kvinnum hevur ein bátur skarað framúr í alt ár. Talan er um Rádna úr Fuglafirði, sum ferð eftir ferð vinnur. Soleiðis var aftur hesaferð, har Rádni vann sannførandi tá avtornaði. 

Nakað av kapping var annars frá Sølmundi fyrstu løtuna, men so kom Rádni og økti alsamt restina av róðrinum.

Úrslit og tíðir
1. Rádni 05:39.16
2. Sølmundur 05:46.08
3. Páll Fangi 05:55.11
4. Jarnbardur
5. Fortuna
6. Skúgvur