Mynd: Jens Kr. Vang

6 mannafør menn: Hvessingur hvassari enn Smyril

Sverri Egholm

09.07.2016 - 15:46

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Kappingin var millum Hvessing og Smyril sum fylgdust stavn um stavn eftir Sørvágsfirði næstan frá byrjan.

Tá góðir 200 metrar vóru eftir fór Hvessingur lítlan skut framum, men tað gjørdist sera spennandi á málinum. Men tað var Hvessingur, sum stóð eftir sum vinnari.

Nú fær eisini at blíva spenningur í stigatalvuni. Eftir róðurin í dag eru bara trý stig millum Hvessing við 31 stigum og Smyril við 34 stigum.

Einki er avgjørt enn hóast tað bara eru tveir róðrar eftir.

Úrslit og tíðir
1. Hvessingur 05:17.09
2. Smyril 05:17.13
3. Fortuna 05:30.06
4. Riddarin
5. Gongurálvur