6 mannafør menn: Páll Fangi streyk avstað við ólavsøkuni - Tvørabáturin føroyameistari

Sverri Egholm

28.07.2015 - 15:44

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Alt bendi á at Tvørabáturin fór at vinna, men í teimum allar seinastu tøkunum fór Páll Fangi framum. Páll Fangi hevur harvið vunnið tveir róðrar í ár. Tann fyrsta á Norðoyastevnu og tann síðsta á ólavsøku.

Hóast Tvørabáturin ikki vann í dag, eru teir Føroyameistarar.

Her eru tíðirnar hjá 6 mannaførum monnum
1. Páll Fangi 04.38.09
2. Tvørabáturin 04.38.19
3. Smyril 04.41.12
4. Jarnbardur
5. Rádni
6. Lómur
7. Herningur
8. Hvessingur