Alvi Joensen vann tónleikakappingina í 2015 (Mynd: Norðurlandahúsið)

60 luttakarar teknað seg til Stella Polaris 2017


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Niels Petersen

10.01.2017 - 23:05

Mentan > Tónleikur > Klassiskt/moderna
Tá freistin at tekna seg til ársins Stella Polaris tónleikakapping var úti, høvdu 60 ungfólk úr øllum landinum teknað seg til kappingina. Hetta skrivar Musikkskúlanevndin í tíðindaskrivi.

Stella Polaris er tónleikakapping fyri ungar føroyskar klassiskar tónleikarar, sum varð hildin á fyrsta sinni í 2014.

Kappingin verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 02. – 04. februar og
 er hon skipað í tríggjar bólkar:

Aldursbólkinum til og við 13 ár.
Aldursbólkinum 14 til og við 18 ár.
Aldursbólkinum 19 til og við 24 ár.

Innleiðandi umførini í bólkunum verða hildin hósdagin 02. og fríggjadagin 03. februar. 
Leygarkvøldið 04. februar​ er finalan, har seks luttakarar úr bólkunum kappast um fyrstu, aðru og triðju virðisløn.

Eftir ein stuttan steðg 
verður ein hátíðarløta, har virðislønir verða handaðar vinnarunum í øllum aldursbólkum.

Í mun til undanfarin ár er ætlanin at gera meira burturúr teimum yngru luttakarunum í Stella Polaris. Tí eru virðislønirnar hækkaðar, umframt at eina triðja virðisløn er løgd afturat í báðum yngru bólkunum.

Væl skikkað og spennandi dómsnevnd
Í dómsnevndini eru 5 limir: ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

Eins og undanfarin ár, hevur tað eydnast Musikkskúlanevndini at fáa altjóða viðurkendar tónleikarar við í dómsnevndina.

Dómsnevndarforkvinna er norska Tine Thing Helseth, sum er víðagitin og virdur trompetleikari. Umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking er konsertmeistarin í íslendska symfoniorkestrinum Sigrún Eðvaldsdóttir. Umboð fyri Føroya Symfoniorkestur er dirigenturin Bernharður Wilkinson, umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla er urguleikarin Gudmundur Mortensen og selloleikarin Tór Verland Johansen er umboð fyri áhoyrararnar.