Mynd: EPA

60 særd eftir tvær spreingingar í Istanbul

Sverri Egholm

28.06.2016 - 22:37

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Talið av særdum veksur eftir tvær spreingingar á flogvøllinum Atatürk í Istanbul í Turkalandi.

Sambært turkiska miðlinum, Anadolu eru 60 persónar særdir eftir álopið, skrivar Reuters. Seks av teimum 60 særdu eru í lívsvanda.

Dr.dk skrivar, at tað eru tveir persónar, sum við sjálvmorðsbumbum hava framt atsóknina við inngongina til terminalin, og hetta var áðrenn trygdareftirlitið.